Løgreglan í Bretlandi heldur nú, um tað var stríð um arv, sum fekk hýruvognsføraran Derrick Bird at skjóta 12 fólk í gjár og at enda seg sjálvan. Skjótingin vardi tríggjar tímar, og umframt tey 12, sum doyðu av skotunum, vórðu meiri enn 25 onnur særd.
Myndugleikarnir siga, at tann fyrsti, sum Derrick Bird skeyt, var tvíburarbróður hansara. Sagt verður, at teir báðir høvdu leingi verið ósamdir um arv. Sky News sigur, at sakførarin hjá familjuni er eisini millum tey deyðu.
Tann 52 ára gamli Derrick Bird skeyt eisini mammu sína.