Stríð um arvin eftir Pavarotti

Luciano Pavarotti var ikki meiri enn kølnaður, tá tey avvarðandi fóru at stríðast um arvin

Stríðið stendur millum tveir partar. Í øðrum partinum eru tær fýra døturnar hjá sangaranum, og í hinum partinum er seinna kona hansara, Nicoletta. Hon er í øðini um, at maður hennara broytti testamenti sítt fyri stuttum, soleiðis at døturnar Lorenza, Cristina, Giuliana og Alice fáa ein uppaftur størri part av arvinum enn í tí upprunaliga testamentinum. Tríggjar tær fyrstu døturnar fekk Pavarotti í sínum fyrra hjúnarlagi, men ta trý ára gomlu Alice fekk hann saman við Nicolettu.

 

Vinfólk hjá Pavarotti-hjúnunum siga, at viðurskiftini millum hjúnini bæði kølnaðu nógv teir seinastu mánaðarnar, og tað er helst orsøkin til, at Pavarotti valdi at broyta testamentið í summar.

 

Italskir fjølmiðlar vilja vera við, at Luciano Pavarotti átti pengar og virði fyri einar 2,5 mia. krónur, nú hann doyði. Millum annað átti hann fleiri íbúðir í New York og í Monte Carlo.