Myndugleikarnir í Georgia vilja vera við, at tvey russisk jagaraflogfør vóru uppi yvir georgiskum lendi mánakvøldið, og at annað teirra slepti einari stórari bumbu, sum tó ikki brast. Sambært georgisku myndugleikunum datt tann 700 kilo tunga bumban niður í bygdina Tsitelubani, sum er einar 65 kilometrar frá høvuðsstaðnum Tbilisi. Men russar vísa tíðundunum aftur. Teir siga, at einki russiskt flogfar var á flogi har á leið mánakvøldið.