Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar kommunu skal um eina løtu taka støðu til, hvør skal levera graslíki til nýggja vøllin í Hoyvík.
Seinni í dag er ætlanin, at býráðið skal endaliga góðkenna, hvørjum kommunan keypir frá.
Men longu áðrenn málið er komið so langt, hevur eitt av feløgunum, sum hevur givið tilboð, hótt við endurgjaldskravið móti kommununi, verður ordrin latin til fyritøkuna, sum hevur lægsta tilboðið.
Í einum brævi til Tórshavnar kommunu skrivar stjórin fyri Laiderz, Marianne Laiderz, millum annað:
- Hele tilgangen efter licitationen har været chokerende at opleve og i strid med almindelig god forvaltning, hvorfor vi tager forbehold om at rejse erstatningskrav mod kommunen for tilsidesættelse af reglerne om licitation. Dette er iøvrigt også direkte strafbart.
Stjórin í fyritøkuni skrivar eisini, at kommunan hevur roynt at hildið felagið uttanfyri útboðið, men hetta miseydnaðist.
Í brævinum verður víst á, at í fleiri støðum hevur fyritøkan við lægsta tilboðnum, als ikki boðið í tráð við reglurnar fyri útboðnum.
Í sambandi við viðgerðin av málinum, hava ráðgevararnir hjá býráðnum víst á, at tað ikki er í tráð við reglurnar at taka av lægsta tilboðnum, tí tað uppfyllir ikki treytirnar í licitatiónslógini.
Býráðsfundur verður í kvøld klokkan 18.