Myndugleikarnir í Filipsoyggjunum siga, at í minsta lagi 15 fiskimenn doyðu, tá vápnaðir menn í skjóttgangandi bátum søktu at trimum fiskiførum nærhendis oynni Basilian. Tríggir menn vórðu særdir.
Løgreglan sigur, at tíggju menn eru undir illgruna fyri at hava framt álopið, men enn er eingin tikin.
Talsmenn hjá herflotanum siga, at teir tríggir bátarnir royndu á einari leið, sum aðrir fiskimenn siga seg hava rættindini til. Tað ljóðar eisini, at menninir vóru ávaraðir ímóti at royna har.
Summar keldur vilja vera við, at tað vóru víðgongdir muslimar, sum framdu álopið. Víðgongdir muslimskir bólkar gera javnan um seg í Filupsoyggjunum.