Mikið stríð hevur tikið seg upp, nú abbasonur kenda rithøvundan Ernest Hemingway hevur givið út eina nógv broytta útgávu bókini ?A Moveable Feast? Í bókini, sum verður mett at vera ein tann besta hjá høvundanum, gevur Hemingway eina sera bersøgna lýsing av persónum og hendingum í listarliga umhvørvinum, hann ferðaðist í sum ungur rithøvundur í París í 1920?unum.
Gjøgnum árini hevur bókin fingið ilt í mong, eitt nú sonin hjá Hemingway, sum heldur pápan hava givið eina snøgt sagt ræðuliga lýsing av mammuni, Pauline, sum Hemingway var giftur við í nøkur ár.
Nú hevur abbasonurin so gjørt bart og broytt og útgivið ?A Moveable Feast? í einum líki, sum setur ommuna í eitt munandi vinarligari ljós.
Millum mong bókafólk verður broytta útgávan mett at vera eitt brotsverk móti Hemingway og hansara ritverki.
Í brævi í New York Times vísir góði vinmaðurin hjá Hemingway, A.E. Hotchner á, at øll forløg hava skyldu til at verja tey handrit, sum høvundar líta teimum í hendi.
Hotchner las og endurlas handritið til ?A Moveable Feast? fleiri ferðir saman við Hemingway.
Hóast Hemingway doyði trý ár, áðrenn bókin kom út á fyrsta sinni í 1964, tvíheldur Hotchner um, at Hemingway ongar ætlanir hevði um at gera broytingar í handritinum.
Tí heitir Hotchner nú eisini á amerikanska rithøvundafelagið um at koma inn í málið.