Týsdagin verður kirkjuráðsval kring alt landið. Í flestu førum er talan tó ikki um nakað veruligt val, men í Tórshavnar Eystaru sókn eru tveir listar við valevnum, og tí er stríð um plássini í kirkjuráðnum við Dómkirkjuna.
Buldrasligt valskeið
Kirkjuráðini verða vald fyri eitt fýra-ára skeið, og tað er einki dulsmál, at hesi seinastu fýra árini hava verið rættuliga buldraslig hjá kirkjuráðnum við Dómkirkjuna.
Ikki minst var nógv stríð í sambandi við hjálparprestin, Jóanis Fonsdal, sum nú er farin úr starvi sínum aftur. Hjálparpresturin vildi ikki góðtaka at arbeiða saman við einum presti, ið var kvinna, og einum dómprósti, ið var giftur uppaftur.
Endin var, at Jóanis Fonsdal, sum varð settur í eitt fyribils starv, ikki slapp at halda fram í Dómkirkjuni, og ungi presturin noyddist av landinum, um hann framhaldandi skuldi virka sum prestur, tí her á landi stóð einki starv honum í boði.
Spennandi valskeið fyri framman
Teir 14 kirkjuráðslimirnir, ið komandi týsdag verða valdir í kirkjuráðið, kunnu eisini gleða seg til eitt spennandi valskeið, ið stendur fyri stavn.
Trý stórmál í kirkjuhøpi eru á skránni komandi fýra árini. Nýggja kirkjuráðið við Dómkirkjuna skal til dømis seta nýggjan dómpróst, tí at Bjarni Bæk skjótt fer frá fyri aldur., og tað fer ivaleyst at ganga nógv tíð við at finna nýggja dómpróstin.
Harumframt verður ein onnur stórhending tann, at Føroyar skulu hava nýggjan bisp. Fyrsti føroyski bispurin, Hans Jacob Joensen, er nú komin so mikið til aldurs, at hann fer at leggja frá sær, og tí skal nýggjur bispur finnast. Í sambandi við valið av nýggjum bispi koma kirkjuráðini kring landið at spæla ein týðandi leiklut.
Eitt ikki minni stórmál er, at kirkjan í næstum skal yvirtakast, og tað fer eisini at seta sín dám á arbeiðið hjá kirkjuráðunum kring landið. Yvirtøkan fer at hava broytingar við sær í kirkjuarbeiðinum, og hesar broytingar skulu kirkjuráðini taka støðu til.
Hesi trý stórmál eru ivaleyst millum orsøkirnar til, at so stórur áhugi er fyri at blíva valdur í kirkjuráðið við Dómkirkjuna.
Hóast kirkjuráðslimirnir brúka heilt fitt av tíð upp á arbeiðið í kirkjuráðnum, so er talan um ólønt arbeiði. Hetta merkir, at valdu limirnir gera alt arbeiðið av reinum áhuga fyri kirkjuni.