Í Noregi eru nógvir politikarar á gosi, eftir at tað er komið fram, at myndugleikarnir umhugsa at lata eina polska skipasmiðju byggja fimm gassriknar ferjur, sum skulu setast inn í strandfarasiglingina í Vesturnoregi.
Hildið verður, at tað fer at kosta umleið 1,2 milliard krónur at byggja ferjurnar. Politikararnir vísa á, at tað er sera umráðandi, at ferjurnar verða bygdar í Noregi, tí tað fer at tryggja umleið 500 arbeiðspláss. Teir krevja tí, at Børge Brende, vinnumálaráðharri, skal tryggja, at ferjurnar verða bygdar á norskum skipasmiðjum. Politikararnir vísa eisini á, at minst tvær norskar skipasmiðjur hava bygt slíkar ferjur fyrr og hava tí tær neyðugu royndirnar.
Men ráðharrin hevur svarað, at hann kann ikki taka fyrilit fyri viðurskiftunum á teimum norsku skipasmiðjunum. Tvørturímóti er prísurin avgerandi, og tí ætla myndugleikarnir at taka av tí lægsta tilboðnum, sigur hann. Sambært Dagsavisen bendir tað á, at ferjurnar verða bygdar í Pólandi.