Stríð um útlendska arbeiðsmegi

Er neyðugt at vera mynstrað fyri at hava rætt til part umborð á skipi? Ella skal øll manningin hava líka stóran part? Hetta eru sjónarmiðini, Eystari Landsrættur skal viga ímillum í sambandi við eitt trætumál millum reiðaríið hjá rækjuskipinum Arctic Viking og Føroya Fiskimannafelag vegna nakrar menn

Nakrir menn, sum hava siglt við rækjuskipinum Artic Viking, hildu tað ikki vera rætt, at reiðaríið roknaði partarnar út við at býta talið á øllum umborð upp í upphæddina, sum var til manningina. Teir trettan menninir hildu ikki, at teir seks litavarnir, sum vóru við, skuldu teljast uppí, tí reiðaríið hevði seravtalu við teir, og teir vóru heldur ikki mynstraðir. Útlendingarnir fingu heldur ikki fullan part útgoldnan.
Menninir fóru tí til fakfelag sítt, Føroya Fiskimannafelag, sum síðan stevndi reiðarínum Líðini.
Fyri einum ári síðan fall dómurin í Føroya rætti. Reiðaríið varð frídømt fyri at hava gjørt nakað skeivt.
Men Føroya Fiskimannafelag gavst ikki so og kærdi dómin til Eystara Landsrætt, sum brúkti allan týsdagin til hetta málið.
Føroya Fiskimannafelag kravdi 1,4 mió. krónur frá P/F Líðini. Hetta var upphæddin, sum føroyingarnir við Arctic Viking høvdu fingið meira, um litavarnir ikki vóru taldir við, tá ið uppgerðirnar vórðu gjørdar.

Fyrsta dømi
Felagið vil vera við, at mátin við at telja útlendingarnar við, ongantíð áður hevur verið brúktur. Reiðariini hava altíð sjálv rindað útlendingum løn uttanum.
Í Landsrættinum gjørdi sakførarin hjá Føroya Fiskimannafelag nógv burturúr, at litavarnir ikki vóru mynstraðir, og hann vísti á, at allar reglur byggja á mynstringarlógina.
Mótsvarandi sjónarmiðið hjá reiðarínum var aðalreglan um at gjalda øllum sama part.
Í 2003 fór rækjutrolarin Arctic Viking undir litaviskt flagg, men kom so aftur undir føroyskt flagg tvey ár seinni. Tá gjørdu reiðariið Líðin avtalu við litavar um at sigla við fyri fasta løn. Reiðaríið vil ikki upplýsa, hvør avtalan er, men sum reiðarin Jóhan Joensen áður hevur upplýst, hava litavarnir fingið minni enn føryingarnir, sum hava siglt við.

Einki mist
Tað er hetta, sum argar Fiskimannafelagið, tí munurin millum mansskapspartin og hýruna, sum litavarnir hava fingið, er fallið til reiðaríið.
Eitt sjónarmið hjá reiðarínum er, at føroysku menninir umborð á Artic Viking einki hava mist. Vóru tað í staðin fyri litavar føroyingar við, var parturin tann sami.
Og sum eitt vitni segði:
- Um nakar skuldu litavarnir verið misnøgdir, tí teir fingu minni hýru enn hinir.
Nøkur vitni hjá Fiskimannafelag róku framundir, at litavarnir ikki gjørdu arbeiði sítt til lítar, og at nógvir samskiftistrupuleikar vóru, tí bara ein skilti enskt. Hetta varð víst aftur av reiðarínum, sum onga klagu hevði fingið um litavarnar.

Hart av yvirliva
Tað kom fram í rættinum, at P/F Líðin í 2008 hevði 1,5 mió. krónur í halli, og eitt minni hall verður væntandi fyri árið í fjør.
Tað hjálpir hart spenta reiðarínum at hava útlendingar, sum fáa minni hýru enn føroyingarnir. Nevnt varð eisini, hvussu torført tað er at fáa føroyingar umbroð á fleiri av føroysku skipunum. Uttan bíligari arbeiðsmegi hevði reiðaríið Líðin neyvan yvirlivað, segði sakførarin hjá teiðarínum.
Litavarnir umborð á Artiv Viking hava einki við førysku myndugleikarnar at gera. Teimum nýtist ikki arbeiðsloyvi í Føroyum, tí skipið fiskar ikki her, og teir eru heldur ikki limir í Føroya Fiskimannafelag. Men reiðaríið hevur tryggjað teir, sjálvt um teir ikki hava mynstrað sum hinir sjómenninir, varð upplýst á rættarfundinum.
Dómur i málinum fellur kanska í morgin.