Bárður Olsen, høgri bakkur hjá EB/Streymi, ásannaði, at dysturin í gjár á ongan hátt var lættur. – Hetta var triðji landskappingardystur, umframt teir báðar steypadystirnar ímóti B71, og enn hevur eingin verið lættur, helt Bárður Olsen fyri eftir dystin. Hann rósti annars Símini Hansen fyri sítt vakra mál, og staðfesti síðani týdningin av, at málini hjá EB/Streymi komu so tíðliga í seinna hálvleiki. – Tað gjørdi tað eitt sindur lættari, hóast vit vóru undir trýsti síðstu løtuna, sigur Bárður Olsen, sum hevur góðar vónir tl síðstu landskappingardystirnar.