Strachan ynskir Føroyar langt vekk

Venjarin hjá skotska stórfelagnum, Gordon Strachan, ynskir lond sum Føroyar langt vekk úr undankappingum hesa til EM.

– Mínir tankar um hetta eru vælkendir. Lond sum Føroyar áttu at spælt í eini deild fyri seg, heldur Gordon Strachan, sum sigur tað vera órímiligt, at dýrir leikarar við nógvari løn skulu spæla dystir á vøllum sum tann á Toftum. Hann sigur eisini, at Føroyar einans eru við í EM-undankappingini, fyri at vinna nakrar atkvøður í UEFA, og at tað er ov nógvur politikkur í hesum.