Straight Parade:Dynamitt fer í luftina

Tað munnu verða fáir føroyskir bólkar, sum duga so væl at fáa lív í eina áhoyrarafjøld, sum Dynamitt dugir.

Poppbólkurin er víðagitin fyri sínar lívligu framførslur, og tá ið teir hava sangir sum Grøv nummar 13, Pápi tín býr ei í Tórshavn og fleiri at taka av, er tað ikki so løgið, at fólk verða tikin við av teirra framførslum. Dynamitt spælir bara av og á, men leygarkvøldið kunnu teir aftur upplivast á palli.