Ídnaður
á Strondum:
Strandamáling hevur bygt út og meira enn tvífaldað gólvvíddina. Samstundis hevur virkið fingið fast søluumboð í Havn, og harvið økt útboðið munandi.
Jógvan Óli á Fríðriksmørk, stjóri á Strandamáling, sigur, at útbyggingin, teir hava gjørt, ger tað munandi arbeiðsligari á virkinum.
Bygt er upp í virkið suðureftir. Ein goymsluhøll upp á 600 fermetrar, har umsitingin er í sunnara enda, er bygd afturat teimum 470 fermetrunum, virkið var til víddar, tá byrjað varð.
Gamla virkið verður seinni umbygt, soleiðis, at umstøðurnar til sjálva framleiðsluna vera nógv betri, enn tær eru nú. Onkur maskina er keypt, men tað er ikki tað stóra, sigur stjórin. Talan er um onkra blandimaskinu og tílíkt.
Men umstøðurnar á goymsluni verða so øgiliga nógv betri enn fyrr. Og skuldi tað hent, at plásstrot verður har einaferð, ber væl til at seta fleiri hillar upp inni á goymsluni. Eitt sindur trengri gerst tað rímiligt tá, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk, men tað klára teir við at fáa serligar truckar, sum gjørdir eru til at arbeiða í trongum goymsluhallum.
Útbyggingin hevur ikki verið dýr, sigur hann. Umleið hálvaaðru millión hevur bygningurin kostað, meðan maskinurnar, sum komnar eru aftrat, kosta væl minni enn eina hálva millión.
Og hann leggur aftrat, at alt er fíggjað úr egnum lumma. Tað er einki lán tikið til hesa útbyggingina.
Tað arbeiða fýra manns fast á málingavirkinum á Strondum um summarið, tá mest er at gera. Um veturin plaga teir at vera tríggir.
Nýtt søluumboð
Strandamáling hevur ikki bara víðkað framleiðsluhølini, uttan eisini fingið nýggjar seljarar til málingina.
Avtala er gjørd við Balslev í Hoyvík um at vera søluumboð í høvuðsstaðnum.
Tað ger, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk, at til ber at hava nógv størri úrval av máling at lata fólki.
Fyrr hava ymsu málingahandlarnir, og kanska onkur vanligur handil eisini, selt Strandamáling. Men úrvalið hevur ikki verið tað, sum ynskiligt er, tí bara hevur borið til at selt standardframleiðslurnar.
Nú handilin hjá Blaslev er farin at selja Strandamáling, hava teir samstundis fingið eina blandimaskinu, so fólk nú kunnu biða um at fáa júst tann litin ella ta tóningina, tey vilja hava.
? Og tann møguleikin ger tað nógv meria áhugavert hjá fólki at keypa máling, sum vit eisini merkja, sigur stjórin á Strandamáling, sum leggur aftrat, at hóast Balslev er fast søluumboð uttan fyri Strendur, merkir tað sjálvandi ikki, at ikki eisini aðrir handlar selja Strandamáling.
Hann sigur, at málingavirkið leggur seg eftir at selja góðsku, og so má keyparin eisini rokna við, at tað kostar eitt sindur. Soleiðis er tað við øllum. Hann leggur dent á, at málingin av Stondum avgjørt er fult á hædd við aðra máling, sum er á marknaðinum. Hinvegin ber eisini til at fáa bíligari máling av Strondum.
? At hava handilin hjá Balslev sum umboð, tryggjar samstundis eitt sterkt og støðugt umboð, sum klárar at hava nakað liggjandi á goymslu, um tað skal vera, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk.
Tað er serliga til privatfólk, Strandamáling selur. Teir hava lagt seg eftir at framleiða til vanliga brúkaran, og tað tykist hava eydnast, sigur stjórin. Hann hevur ikki nøkur nágreinilig tøl at vísa á, uttan tað, teir sjálvir selja. Tað liggur um 70.000-80.000 litrar av vanligari máling um árið.
Samlaða nýtslan av máling í Føroyum er samb. hagtølum einar 600.000 litrar. Men tá er alt íroknað, sum ber brá av máling. Vegmáling, billakk og hvat ein nú kann koma í tankar um, sigur stjórin á Strandamáling.
Framtíðin
? Tað er greitt, at roynt verður alla tíðina at finna nýggjar vørur, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk.
Hann sigur, at tað helst er so, at teir hava gjørt í minna lagi við eitt nú skipsmáling. Men grundin er tann, at teir miðvíst hava valt at fara eftir vanliga brúkaranum, sum málar hús og garð. Og tað halda teir eg hava klárað rímiliga væl.
Tá hesir menninir byrjaðu við málingavirkinum í 1996 høvdu teir 13 prosent av føroyska maknaðinum. Tann parturin er í dag nógv størri, sigur stjórin, uttan tó at nevna nakað ítøkiligt tal.
Hann sigur, at teir hava ikki lagt seg eftir útflutningi sum so, tí tað er nokk at gera til heimamarknaðin. Og skal hugsast um at koma á altjóða marknaðin, har kappingin er sera hørð, fer tað at kosta nógvar pengar.
Hinvegin var kanska ikki heilt ómøguligt at komið upp í part, um teir funnu einahvørja hjáframleiðslu, sum teir fingu sett seg á. Og slíkir møguleikar verða sjálvandi eisini alla tíðina havdir í huganum.
Eisini heilsu og umhvørvi skal hugsast um. Og arbeitt verður alla tíðina við at fáa tey skaðiligu evnini, sum verið hava í máling, burtur. Eitt nú eru upploysingarevnini, sum hava verið í máling, við at hvørva.
?Tað er bara ein spurningur um tíð, nær vit lata fyrstu 0 prosent málingina á marknaðin. Tað er máling við ongum uploysingarevnum í, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk, stjóri á Strandamáling.