Jákup av Skarði
Nólsoy
Mai 2006
Til lukku við væleydnaða tiltakinum at Smyril sigldi páskadag. Tað var óført, at tit skipaðu fyri, at til bar at velja henda møguleika. Haldi tó, betur hevði verið við vanligari sigling, heldur enn at skipa fyri útferð, men nú hava tit so sett hol á møguleikan at manningin er til arbeiðis ávísar halgidagar.
Nakað er tó eftir á mál. Tí sjálvsagt er í væntu, at SSL skipar fyri, at øll skipini hjá SSL sigla halgidagar her verður serliga hugsað um páskadag, jóladag og langa fríggjadag har SSL enn av onkrari løgnari orsøk ikki ynskir at vinna pening.
Sjálvsagt hevur leingið verið bíðað eftir, at SSL tók stig til at sigla allar dagar í árinum. Ynskiligt hevur eisini verið, at hetta at sigla sum sunnudag varð strikað úr ferðaætlanini, tí tað er sjálvsagt lang frá nøktandi at færri túrar eru ávísar dagar!
Tíðin er farin frá at liggja svínabundin, tá ið stórur partur av fólkinum hevur frí og harvið umstøður at gagnnýta skip tykkara/okkara!
Nú eru færri og færri skip eftir í sigling og hevur tað við sær, at tey, ið hava tunnlar, ferðast sum teimum hóvar. Hesi fara helst hvørki at stuðlað ella mótmæla ynskinum at SSL røkir ferðafólkasigling alt árið. Men mangan munnu tey, eins og eg, hava ilskast inn á ólukku ferðasambandið, ið hevur við sær, at ein ikki hevur møguleika at vitja skyldfólk halgidagar og sleppa til hús aftur í hampiligari tíð.
Helst hevði tað loyst seg upp aftur betri at siglt fleiri túrar enn vanligt hesar omanfyri nevndu dagar, men tað kunnu tit, ið leggja ferðaætlan til rættis meta um sjálvi. Nú man nýggj ferðaætlan skjótt koma og skuldi hetta givið tykkum góða um ikki alt ov góða tíð at umhugsa henda møguleikan til næsta ferðaætlan skal skipast.
Annað í hesum sambandi, er sjálvsagt at loyva eini lítlari viðmerking til desperatu og kaotisku støðuna løgtingsmenn komu í, tá tað brádliga var greitt, at tunnilskoyringin var ókeypis.
Tað er fínasta slag, at tað ber til at sigla ókeypis men í eina heila viku (?), tað er heldur ógvusligt. Betri hóskandi hevði verið, um tað var frítt at ferðast bæði við bussum og skipum eitt ella tvey vikuskiftið um árið, so fólk vandi seg við at nýta henda ferðamøguleika aðrar tíðir í árinum við.
& so kundi ein eyka vinningur verið, at fólk sóu møguleikar at lata bilin standa, bussar gjørdust meira brúkaravinarligir (eisini) til fólk við barnavogni og kanska buss- og skipafráferðir hóskaðu saman uttan drúgvar bíðitíðir?
Nú halda bileigarar helst, at hetta er vána uppskot, men tey, ið allíkavæl ynsktu at ferðast við bili, kundu hesi bæði vikuskiftið goldið serligan bilferðaseðil, og ikki fyri tey ferðandi. Sum er, loysir tað seg t.d. alt ov illa at ferðast á flogvøllin og aftur við bussi, í mun til at fara við bili harafturat hóska busstíðirnar sera illa við flogtíðirnar. Tað man ikki verða optimala loysnin.
Eg kundi hugsað mær ferðaætlan og ferðasamband, ið tók hædd fyri gerandis- og halgidagin, soleiðis at tað var høgligt at nýta og njóta oyggja- og bussleið og samstundis verða vitni til færri bilar, færri vanlukkur, minni slit, og minni dálking.