Strandferðsla og Vinnumálaráð positiv um fleiri skip

Jóhan Dahl, landsstýrismaður, og Bogi Mortensen, Strandferðslustjóri, síggja eitt stórt alment reiðarí, sum eina loysn, ið skal kannast út í æsir, tí teir vilja báðir fegnir vera við at gera sparingar fyri landið

Í gjár skrivaði Sosialurin, at Jacob Vestergaard heldur tað vera eitt gott hugskot at leggja raksturin hjá skipunum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og Magnusi Heinasyni saman við skipunum hjá Strandferðsluni. Hetta heldur Elmar Højgaard, stjóri á Vaktar- og Bjargingartænastuni, ikki vera nakað gott hugskot, og kallar tað »frat etandi ørt.« Tí hann ikki dugir at finna nakran fyrimun við hesi loysn.

Báðir stovnarnir, ið skulu taka ímóti skipunum er tó samdir, og halda hugskotið vera áhugavert. Verður raksturin fluttur, so skal Vinnumálaráðið taka sær av skipum, ið fyrr hava hoyrt undir Fiskivinnumálaráðið.

- Tað ljóðar ikki heilt órímiligt, at gera okkurt tílíkt, men vit mugu sjálvandi kanna um henda umskipan hevur nakrar fyrimunir, so gera, at vit kunnu spara eitt sindur, sigur Jóhan Dahl.

Hesum tekur Bogi Mortensen undir við.

- Eg eri positivur fyri øllum, sum ger, at vit spara eitt sindur av peningi. Tað er næstan eitt krav til almennar stjórar, at er ein rationalisering gjørlig, so skal hon gerast, sigur Bogi Mortensen, sum ikki vil úttala seg ov nógv um málið. Men hann nevnir eisini, at eitt samstarv um olju og proviant er eitt gott hugskot.


Fá skip afturat

Bogi Mortensen vísir eisini á, at teir longu hava nógv skip um hendi, og tí skuldi tað í prinsippinum ikki gjørt so nógvan mun, um teir fingu nøkur fá afturat. Hann sigur somuleiðis, at hetta kundi givið øllum møguleika fyri at spara eitt sindur, og at reka eina sunnari fyritøku.

Jóhan Dahl er púra samdur.

- Tað er púra burturvið, at landið skal hava heili trý reiðarí til so fá skip, og eg dugi ikki at síggja nakran vansa við at velja hesa loysnina, men tað er ikki nakað, ið bara skal gerast. Vit mugu sjálvandi kanna málið gjølla, áðrenn vit gera nakað, sigur landsstýrismaðurin við vinnumálum.


Ger ikki nakran verri

Jóhan Dahl heldur somuleiðis, at grundgevingarnar hjá Elmari Højgaard vera nakað tunnar, tá stjórin á Vaktar- og Bjargingartænastuni sigur, at hann er bangin um viðlíkahaldið av skipunum.

- Eg dugi illa at síggja fyri mær, at vit skulu niðurprioritera nakran part, sigur landsstýrismaðurin. Hann leggur afturat, at um hetta gevur nakran fyrimun fyri rúgvuna í landskassanum, so er tað heilt víst nakað, ið skal kannast nærri.

- Ein og hvør sparing og effektivisering skal vera vælkomin í hesum døgum, sigur Jóhan Dahl.


Kanna málið

Jóhan Dahl vísir eisini á, at øll henda tilgongd má gerast í tøttum samstarvi við Fiskivinnumálaráðið, ið varðar av hinum skipunum.

- Hetta er nakað, eg og Jacob Vestergaard hava tosað um, og øll tilgongdin má sjálvandi gerast í tøttum samstarvi við Fiskivinnumálaráðið, sigur Jóhan Dahl.