Fíggjarnevndin hjá løgtinginum vil ikki geva Strandferðsluni fleiri pengar. Fíggjarnevndarskjal við umbøn um 8,7 milliónir til Smyril er víst burtur. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum skuldi fyrrapartin taka støðu til eina umbøn frá Strandferðsluni, sum vil hava 8,7 milliónir krónur afturat, beinanvegin. Stabilisatorarnir á Smyrli eru í so ringum standi, at neyðugt er at skifta búsningar, boltar og leiðir. Annars er ikki ráðiligt at lata Smyril sigla við stabilisatorum.
Umvælingararbeiðið verður mett at vara eini 14 dagar, og hesa tíðina verður neyðugt at útvega annað skip til Suðuroyarsiglingina. Tilsamans verður hetta mett at kosta 8,7 milliónir krónur, sum Strandferðslan tí biður løgtingið um.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í innlendismálum, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hava tí í felag lagt eitt fíggjarnevndarskjal fyri fíggjarnevndina hjá løgtinginum.
Men fíggjarnevndin vísti stutt fyri døgurða umbønini frá sær. Nevndin metti ikki, at talan er um eina, sambært stýrisskipanarlógini, átrokandi játtan, ið má veitast her og nú.
Tí fær Strandferðslan ongar pengar til at umvæla stabilisatorarnar á Smyrli, í hvussu so er ikki her og nú. Skulu pengarnir játtast, so má tað vera við eykajáttanarlóg, í fyrsta lagi á ólavsøku.