Tórshavnar Kommuna fer helst at betala ferjuleguna einsamøll, sum nýggja suðuroyarskipið skal brúka. Afturfyri verður havnagjaldið, sum Strandferðslan skal betala, næstan tíggju falda
Suðuroyarsiglingin
Tað er nú líkt til, at Tórshavnar Býráð sjálvt fer at betala ferjuleguna, sum nýggja suðuroyarskipið skal brúka í Havnini.
Men afturfyri skal Strandferðslan betala nógv meiri í havnagjaldi fyri at lata skipa leggja at í Havn.
Sjúrður Olsen, sum er limur í havnanevndini hjá Tórshavnar Býráði, sigur, at Býráðið hevur sligið seg til tols við, at tað fer ikki at eydnast at fáa landið at betala ferjuleguna, sum nýggja Suðuroyarskipið skal brúka í Havn, hóast landið betalir havnina, sum skipið skal brúka í Suðuroy.
?Vinnumálastýrið hevur boðað okkum frá, at ongin peningur er til endamálið og tað kunnu vit so bara staðfesta. Tí er hugburðurin í Býráðnum nú tann, at so má Býráðið sjálvt gjalda útbyggingina, sum er mett at kosta 34 milliónir.
Hann leggur tó dent á, at onki er samtykt í býráðnum um hetta, men at hetta er vanliga áskoðanin í býráðnum nú.
Fær stórar avleiðingar fyri Strandferðsluna
Men samstundis er tað greitt, at hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri Strandferðsluna.
? Smyril hevur fingið sersømdir frá Tórshavnar Havn og hevur fingið stóran avsláttur í prísinum fyri at brúka havnalagið í Havn.
Sjúrður Olsen sigur, at Smyril betalir ikki meiri enn góðar 600.000 krónur um árið í havnagjaldi til Tórshavnar Havn. Skuldi hann betalt fullan prís eftir støddini, skuldi hann betalt 2,4 milliónir.
? Men nýggja suðuroyarskipið er nógv størri og skal Tórshavnar Havn betala alla ferjuleguna, verður Strandferðslan afturfyri noydd til at betala fullan prís fyri at lata skipið brúka havnina. Sostatt verður Strandferðslan noydd til at betala 4,4 milliónir um árið í havnagjaldi til Tórshavnar Havn um árið.
Hóast tað er ein kostnaðarmikil útbygging, sum Tórshavnar Kommuna heldur, at landið eigur at betala, eru tað eisini fyrimunir við, at kommunan betalir hana sjálv.
?Fyrimunurin er, at betala vit útbyggingina sjálvir, verða tað eisini vit, sum eiga havnina og hava ræðisrættindini yvir henni. Tað merkir, at vit kunnu altíð taka ferjuleguna til aðra nýtslu seinni, halda vit at tað tænir kommununi betri enn at lata hana verða til taks hjá suðuroyarskipinum og so má tað flyta onkra aðarastaðni.
? Og í grundini dámar býráðslimum tað minst líka væl, sum at lata landið haav ræðið á einum parti av havnalagnum mitt í Havnini, sigur Sjúrður Olsen.
Útbyggingin má loysa seg
Jan Christiansen, borgarstjóri sigur, at enn er onki greitt, hvussu verður við ferjuleguni við Smyrli.
? Og vit gera onki, fyrrenn tað er púra greitt, hvør skal betala hvat, leggur hann dent á.
Jan Christiansen sigur, at vil landsstýrið ikki betala ferjuleguna, má Strandferðslan betala brúkargjald fyri at brúka havnina.
Hann sigur, at hann framvegis ikki skilir, hvussu landið kann loyva sær at betala havnina, sum skipið skal brúka í Suðuroy, men ikki havnina, sum skipið skal brúka í høvuðsstaðnum.
?Vit hava boðað Vinnumálaráðnum frá, at tá ið nýggi Smyril kemur, verður havnagjaldið ásett eftir støddini á skipinum, eins og havnagjaldið hjá øllum øðrum skipum verður ásett.
?Og betalir Strandferðslan fullan prís, hevur hon eissini krav uppá tær sømdir, sum onnur fáa. Men enn er onki avgjørt, sigur Jan Christiansen.