Strandferðslan fer nú at linka korona-tiltøkini

Smyril sleppur nú at taka fleiri ferðafólk – og kioskin verður opin aftur

Hesa næstu vikurnar ferð Strandferðslan at linka korona-tiltøkini, sum hava skert bæði koyring við Bygdaleiðum, og siglingina hjá skipunum munandi hesa næstu tíðina.

Tað boðar Strandferðslan nú frá, men tey boða eisini frá, at støðan verður eftirmett alla tíðina.

Frá 1. mai fara Bygdaleiðir at koyra við nýggjum og umhvørvisvinarligum bussum á øllum leiðum, men ferðaætlanin verður enn skerd og frá 1. mai til áttanda mai ber tað bara til at gjaldast við strandferðslukortinum

Hava ferðafólk ikki Strandferðslukort, sleppa tey heldur ikki við bussunum, sigur Strandferðslan.
Og framvegis sleppa tað bara níggju ferðafólk við teimum stóru bussunum, fimm ferðfólk sleppa við teimum miðalstóru bussunum og við teimum lítlu bussunum sleppa bara trý fólk við.

Strandferðslan sigur, at eisini skipini fara at halda fram at sigla eftir teirri skerdari ferðaætlanini, í hvussu so er til áttanda mai.

Tað merkir eisini, at skipini fara at sigla við skerdum ferðafólkatali, men við Smyrli sleppa nú 200 fólk við og tað er tvær ferðir so nógv sum higartil í korona-kreppuni.

Annars sleppa 80 ferðafólk við Teistanum, 50 fólk sleppa við Ternuni, 45 fólk sleppa við Sam, 35 fólk sleppa við Rituni, 10 ferðafólk sleppa við Sildberanum og við Spógvanum sleppa bara fýra ferðafólk.

Samstundis verður kioskin umborð á Smyrli opnað aftur eftir at hon hevur verið stongd í nakrar vikur.
Vetrarferðaætlanin hjá Ritunu, Sam og Sildberanum halda fram. Ferðafólk, sum skulu við Rituni, Spógvanum og Sildberanum skulu framvegis brúka tilkalliskipan, við at upplýsa navn og telefonnummar, og seta seg á ávíst øki umborð fyri at tryggja, at tey sita passaliga langt frá hvørjum øðrum.

Annars verður tað framvegis mælt til at fólk bara ferðast tá ið tað er neyðugt.