Støðan, sum nólsoyarleiðin er komin í, kemur ikki heilt óvart á Strandferðsluna. Tað sigur Strandferðslan í dag, nú ein røð av óhappum og óvæntaðum brekum hevur ført til, at ferðasambandið ímillum Havnina og Nólsoy, hevur verið rættiliga svikaligt, síðani Ternan fór á beding til kravt eftirlit tann 20. oktober. Avloysaraskipini, hava verið rakt fleiri ferðir verið rakt av óhappum, sum hevur elvt til, at túrar eru avlýstir, og nólsoyingar eru av álvara farnir at geva ilt av sær.
Kortini boðaði Strandferðslan frá ímorgun, at tey kendu seg ikki rættiliga aftur í øllum atfinningunum frá nólsoyingum, tí tey siga, at í roynd og veru hevur ferðasambandið ímillum Havnina og Nólsoy verið rættiliga regluligt hesa tíðina. Hesa tíðina Ternan hevur verið á beding, hevur reglusemið nevniliga verið hægri enn tað var hjá Ternuni í januar í fjør.
LES MEIRI HER: Hon hevur klárað seg líka væl sum Ternan
Hinvegin hevur siglingin verið sum eitt klútateppi av avloysaraskipum, tí bæði Erla Kongsdóttir, Jósup og Hasfjord og Tanum, hava røkt siglingina, umframt at Kavarin, og Sam hava siglt við farmi.
Men tað kemur ikki óvart á Strandferðsluna, at støðan er, sum hon er, tí tey hava stúrt fyri hesum í fleiri ár, tí ferjurnar eru so gamlar og uppslitnar. Tey hava eisini gjørt politiska myndugleikan varugan við støðuna í fleiri ár, men tað hevur ikki rinið við.
Longu í 2012 og 2013, legði Strandferðslan eina langtíðar íløguætlan fyri, hvussu skipini skuldu haldast viðlíka fram til 2023, men at kalla øll tilmæli hava hava verið til fánýtis fram til í 2020, sigur Strandferðslan.
Í 2017 bað Strandferðslan serfrøðingafelagið, Knud E. Hansen, gera eina støðulýsing av flotanum, har ein neyv útgreining er gjørd av teimum ymsu ferjunum. Tá var, millum annað, beinleiðis ávarað um, hvussu vánaligum standi, Ternan var í.
– Í 2018 sendi Strandferðslan, táverandi Samferðsluráði eina trý ára umvælingarætlan fyri Ternuna, har Ternan bleiv umvæld í stigum á sumri frá 2019-2021. Hetta varð gjørt so at tað skuldi ávirka tænastuna sum minst.
– Tað var púra greitt fyri Strandferðsluna, at umfatandi arbeiði skuldi gerast á Ternuni, sum nú er 40 ára gomul, tí tæringar gjørdi meira og meira um seg, sigur Strandferðslan. Tey vóru eisini greið yvir, at fyrr ella seinni fóru sjóvinnumyndugleikarnir at taka siglingarloyvið frá Ternuni - og tað hendi so tann 30. september í fjør.
Men tá fekk Ternan eykaloyvi at sigla í 20 dagar, ímeðan bíðað varð eftir, at Erla Kongsdóttir var klár at seta í sigling til Nólsoyar. Men Erla Kongsdóttir varð seinkað, og so mátti kabalin leggjast av nýggjum, og tað ávirkaði siglingina á fleiri øðrum rutum.
– Hevði umvælingarætlanin frá 2018 verðið tikin í tí álvara, hevði støðan á Nólsoyarleiðini verið ein heilt onnur í dag, sigur Strandferðslan.
Strandferðslan, sigur, at tey hava, ár eftir ár, roynt at fáa neyðuga fígging til at til tað alneyðuga viðlíkahaldi, og tað var nettupp fyri at sleppa undan hesi støðuni, tí nú er tað í roynd og veru viðlíkahaldið, sum stýrir virkveminum hjá Strandferðsluni, sigur stovnurin í eini fráboðan í dag.