Strandferðslan keypt liðbuss

Bussurin, sum m. a. skal røkja flogrutuna, hevur 71 sitipláss

Eirikur Lindenskov


Tann fyrsti liðbussurin er komin til Føroyar. Tað er Strandferðslan, sum hevur keypt ein hálvtfjóðra ára gamlan liðbuss úr Danmark fyri 1,2 mió krónur umframt MVG.

Heri Joensen, flutningsleiðari á Strandferðsluni sigur, at við hesum bussinum verður tænastan munandi bøtt og at til ber at rationalisera raksturin. Ætlanin er, at bussurin skal røkja flogrutuna og Eysturoyarleiðina og møguliga aðrar leiðir við, har nógv fólk ferðast.

Ein vanligur bussur er 12 metrar langur, meðan hesin er heilar 18. Hann hevur 71 sitipláss og lyft til koyristólar. Av øðrum hentleikum kann nevnast WC, 4-rás ljóðanlegg, trygdarbelti og borð. Bussurin hevur automatgear, sum hevur við sær, at koyringin verður javnari. Hann hevur koyrt 260.000 km og hevur verið nýttur á farleiðini millum Keypmannahavn og Århus.

Heri Joensen sigur við Sosialin, at teir hava roynt rutuna við eini kerru, t. v. s. við einum lastbili við viðheftisvogni á tveimum akslum. Hetta fyri at tryggja sær, at bussurin klárar at koyra allastaðni, har rutan skal.

? Hesar royndir hava víst, at tað ber til, sigur Heri Joensen.

Tá hesin busurin væntandi fer í rutu í næstu viku, kann Bygdaleiðir spara burtur annan bussin, ið sum oftast noyðist at koyra til flogrutuna, tí rættuliga ofta er brúk fyri eitt sindur meira enn einum bussu, sigur Heri Joensen.

Men bussurin skal eisini nýtast á Eysturoyarleiðini.

? Hendan rutan er í Havn áðrenn flogrutan fer avstað, og flogrutan er aftur í Havn, áðrenn Eysturoyarleiðin fer avstað, sigur Heri Joensen. Hann sigur víðari, at tey sjálvandi skulu finna út av, hvussu tey best nýta bussin á røttu rutunum. Atlantsflog og Mærsk Air boða hvørt kvøld frá, hvussu nógv ferðafólk tey vænta at hava við flogfarinum, og tá verður so gjørt av, hvussu nógvir bussar skulu setast á rutuna.

Við hesum bussinum eigur Strandferðslan 10 bussar. Ein teirra verður væntandi tikin úr rutu nú. 29 privatir bussar eru í rutu hjá Bygdaleiðinum.

? Hvør er ætlanin í framtíðin. Skal Strandferðslan eiga fleiri bussar, ella er ætlanin at lata fleiri privatar sleppa upp í part?

? Júst í hesum døgum eru vit í ferð við at leggja síðstu hond á eina frágreiðing til Vinnumálastýrið um, hvussu framtíðar bygnaðurin skal verða hjá Bygdaleiðum. Vit hava gjørt nágreiningar av, hvussu nógv privatu bussarnir kosta at reka, og hvussu nógv okkara kosta, sigur Heri Joensen, sum leggur afturat, at so verður tað upp til politiska myndugleikan at gera av, hvussu farast skal fram.