Strandferðslan loyvir fleiri ferðafólkum

Í morgin hækkar Strandferðslan aftur mest loyvda talið á ferðafólki á ymsu leiðunum kring landið.

Samstundis er avgerð tikin um, at allar salongir og øll dekk lata upp aftur, boðar Strandferðslan frá í dag.

Strandferðslan heitir tó á ferðandi um, at halda frástøðu á í minsta lagi ein metur og at halda gott reinføri. 

Sum partur av almennu koronatilmælunum herdi Strandferðslan treytirnar til ferðandi í mars mánaði, men hevur síðani í fleiri førum linkað tiltøkini aftur.

Við nýggjastu broytingunum merkir tað, at skipini hjá Strandferðsluni kunnu sigla við:

Smyril:    500 ferðafólk

Teistin:   150  ferðafólk

Sam:       60 ferðafólk

Ternan  90  ferðafólk

Ritan:      70 ferðafólk

Sildberin 30  ferðafólk