Strandferðslan noyðist nú at seta sparingar í verk fyri at fáa játtanina í ár at halda. Tað boðar stovnurin frá.
Tey vísa á, at tað er nógv ferð á búskapinum og tað heur trýst prísirnar upp eftir, eisini prísirnar fyri ymsar tænastur, sum Strandferðslan keypur.
Fyri at kunnu sleppa undan sparingum í ár, bað Strandferðslan tískil um at játtanin fyri í ár varð hækkað góðar fýra milliónir krónur, men tað vaann ikki fram. Tey bóðu eisini um eina eykajáttan beint áðrenn Løgtingið fór í summarfrí, men tað fingu tey heldur ikki.
Strandferðslan sigur, at tey harmast um støðuna, men fyri at fáa játtanina at halda í ár, verður neyðugt at seta sparingar í verk, og tað verður gjørt frá fyrsta juli.
Hetta er fyri at sleppa undan, at skúlabørn og næmingar verða rakt, nú summarfrítíðin nærkast í hvørjum.
Strandferðslan sigur, at endamálið verður, at sparingarnar fáa so lítlar avleiðingar fyri samferðsluna, sum til ber, og sostatt verða tær býttar ímillum strandferðsluskipini og Bygdaleiðir.
Men sparingarnar fara eisini at raka ymsar umstingarligar tænastur og virksemi í stovninum, sigur Strandferðslan
Tey siga, at seinni í vikuni verður greitt, akkurát hvørjar sparingar verða settar í verk.