Fýra skip vórðu løgd beinanvegin Smyril 1, Ternan, Sam og Teistin meðan Sildberin varð lagdur í gjáramorgunin.
Dúgvan er ikki í sigling í løtuni orsakað av tekniskum trupulleikum.
Eitt slíkt verkfall rakar altíð útjaðarin meinast, men í so máta verða fleiri av hesum fólkunum ikki rakt av verkfallinum, tá talan er um dagliga sambandið við umheimin.
Her er talan um tey sum dagliga eru tengd av samfersluni við Rituni, Másanum og Súluni.
Hinvegin so koyra Bygdaleiðir sum vanligt.