Strandferðslan nýtt búmerki

Tíðliga í vár bjóðaðu Strandfaraskip Landsins til almenna kapping um nýtt búmerki. 61 bjálvar við umleið 250 uppskotum komu inn.

Ein bólkur við 10 fólkum við ymiskari bakgrund - listarfólk, reklamufólk, grafikari og fólk úr ymsum deildum á Strandfaraskipum Landsins og úr Vinnumálastýrinum mettu um uppskotini.

Vinnari er nú kosin, og eftir at búmerkið nú er skrásett hjá Patantdirektoratet, verður tað nú almennakunngjørt. Vinnarin av kappingini var Martin Joensen, Hoyvík.

Merkið lýsir í sniði nútímans hugsunarhátt, virkni og rørslu í grønum og bláum liti fyri land og hav.

? Vón okkara er, at nýggja búmerkið kann vra við til at sambinda fyritøkuna og kundarnar, og at tað í sambandi við sølu og marknaðarføring fer at festa seg íkundans medvit, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sum samstundis takkar øllum, ið hava víst kappingini áhuga.