Strandferðslan noyðist at gera broytingar í ferðaætlanini hjá Prince

Helvtin av øllum fráferðunum hjá Prince millum mánadag og fríggjadag verða framskundaðar hálvan tíma

Nú hevur Strandferðslan eftirmett siglingina hjá Prince á suðuroyarleiðini, og niðurstøðan er púra greið:

Tillagingar eru neyðugar, sigur Strandferðslan.

Broytingarnar koma í gildi mánadagin, og tær verða hesar: mán-frí verða fráferðirnar kl. 11:30 fluttar til kl. 11:00, og kl. 15:30 til kl. 15:00.

Strandferðslan sigur, at galdandi ferðaætlan er løgd við støði í manningartali, reglum um kravda hvílitíð, umframt at hon – í tann mun tað ber til - tekur atlit til tey, sum dagliga ferðast um fjørðin.

- Ein av høvuðsorsøkunum til at tað hevur verið so torført at halda ferðaætlanina er, at tað er sera nógvur farmur. Merkisvert er tað at nevna, at í núverandi viku varð met sett í tali av lastum, ið fóru suður og norður um suðuroyarfjørð, sigur Strandferðslan.

Nýggja ferðaætlanin:

7 TVØROYRI - TÓRSHAVN

Av/úr

Mánad.

Týsd.

Mikud.

Hósd.

Fríggjad.

Leygard.

Sunnud.

Tvøroyri

07:00

07:00

07:00

07:00

07:00

08:00

08:00

Tórshavn

11:00

11:00

11:00

11:00

11:00

11:00

11:00

Tvøroyri

15:00

15:00

15:00

15:00

15:00

17:00

17:00

Tórshavn

19:00

19:00

19:00

19:00

19:00

20:00

20:00