Strandferðslan raðfestir pengar fram um mannalív

- Tað tykist, sum Strandferðslan raðfestir pengar framum tænastu og mannalív, sigur Heðin Mortensen, ið vísir aftur, at Tórshavnar Kommuna átti at stuðla við fígging av ferðafólkaflutningi

Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu er stak ónøgdur við tænastuna hjá Strandferðsluni á ovastevnu.

- Tað kann ikki vera rætt, at fólk bíða í fleiri tímar fyri at sleppa aftur til Havnar. Strandferðslan hevur skyldu at nøkta tørvin á flutningi, og tað hevur hon ikki gjørt í hesum føri, sigur Heðin Mortensen.

Hann fýlist eisini á óskipaðu viðurskiftini í sambandi við flutningi av fólki millum Nólsoynna og Havnina.

- Tað er púra burturvið, at Per og Pól sigla fólk uttan heimild og uttan neyðugu útgerð. Um Strandferðslan røkti sína skyldu, var tílíkt ikki komið fyri. Tað tykist, sum Strandferðslan raðfestir pengar framum tænastu og mannalív, sigur Heðin Mortensen, ið sipar til hækkaðu ferðaseðlaprísirnar á ovastevnu og troðkanina við bryggjuna tíðliga sunnumorgun.


Óskiljandi roknistykki

Borgarstjórin heldur tað vera løgið, at Strandferðslan ikki vildi seta Sam ella Ternuna at røkja uppgávuna á ovastevnu.

- Bíðirøðin vísir, at Ritan ikki kann nøkta tørvin á ovastevnu. Og hetta er ikki nýggj tíðindi. Soleiðis hevur verið seinastu árini, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur seg samstundis ikki skilja, at Strandferðslan ikki kann fáa roknistykkið at hanga saman, varð eitt størri skip sett inn. Hann vísir á, at hækkaðu ferðaseðlaprísirnir og talið á ferðafólki áttu at givið eitt yvirskot.


Kommunan blandar seg ikki

Nú er tó eingin loyna, at flestu stevnugestirnir á ovastevnu koma úr høvuðsstaðnum. Spurdur, um tað ikki átti at verið ein uppgáva hjá Tórshavnar Kommunu at syrgja fyri, at havnarborgarnir koma aftur og fram í øllum góðum, svarar borgarstjórin, at tað so er ikki.

- Tað er ikki uppgávan hjá kommununi men ein landsuppgáva. Vit stuðla við upprudding, fløggum og tílíkum, men ikki við ferðaflutningi. Um roknistykkið hjá Strandferðsluni ikki hongur saman, mugu tey hækka ferðaseðlakostnaðin tilsvarandi. Longri er tann søgan ikki, sigur Heðin Mortensen at enda.