Strandferðslan sleppur undan stórum sparingum

Túratalið hjá Strandferðsluni verður ikki skert so nógv, sum upprunaliga ætlað og príshækkingarnar verða heldur ikki so stórar, sum upprunaliga ætlað. Tað er greitt, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt

Ætlanin var, at ferðaseðlaprísirnir skuldu dýrka eini 25% og ferðaætlanin skuldi skerjast 10%.

Men síðani er tað eydnast at finna nakrar milliónir afturat til Strandferðsluna so at skerjingin verður væl minni enn upprunaliga ætlað, samstundis sum at ferðaseðlaprísirnir ikki dýrka so nógv.

Hatta merkir, at Strandferðslan fer at arbeiða við tveimum ferðaætlanum næsta ár, eini summarferðaætlan og eini vetrarferðaætlan, sigur Johan Dahl, landstýrismaður í vinnumálum.

Eftir summarferðaætlanini verður siglt sum nú og tað merkir at Strandferðslan ikki leggur nakran túr burtur ímillum.

Men í vetrarferðaætlanini verða einstakir túrar strikaðir. Eitt nú missur Smyril ein túr um vikuna og aðrar rutur missa nakrar fáar túrar.

Annars verða príshækkingarnar ikki eini 25%, sum upprunaliga ætlað, men eini 12% ístaðin.

Tað merkir, at 1. januar fer ein ferðaseðil millum Suðuroy og Havnina at hækka úr 80 krónum, sum hann kostar nú, upp í 90 krónur og ikki upp í 100 krónur, sum upprunaliga ætlað og ein ferðaseðil á styttri leiðunum fer at dýrka fimm krónur, upp í 45 krónur og ikki upp í 50 krónur, sum tað upprunaliga lá í kortunum.