Strandferðslustjórin misnøgdur við støðuna

- Tað er langt úti, at vit í ár 2000 onga ferju hava at seta inn, tá tøvur er á tí, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandsferðsluni

Stjórin á Strandferðsluni hevur nógvar trupulleikar at stríðast við í hesum døgum, og hann er sera misnøgdur við støðuna á samferðsluøkinum

- Tað er langt úti, at vit í ár 2000 onga ferju hava at seta inn, tá tøvur er á tí, sigur Reidar Nónfjall,

- Vit ráða yvir einum flota sum hevur ein miðalaldur upp á 31 ár, hóast eitt spildurnýtt skip er á veg, og tað elsta skipið er 72 ár.

- Samstundis sum vit tosa nógv um, at nýggir kaðalar skulu leggjast millum lond fyri at tryggja okkum gott samskifti, klára vit ikki at hava eina nøktandi samferðslu millum oyggjarnar. Tað er burturvið, heldur strandferðslustjórin.


Gloyma samferðsluna

Hann vísir á, at Strandferðslan eigur ikki skipini, sum hon brúkar. Tað er landið, sum eigur skipini.

- Vit hugsa nógv um sambandið við útheimin, men hvat við okkara egna landið. Meginparturin av Føroyum er sjógvur, men vit klára ikki at skipa fyri nøktandi flutningi millum oyggjarnar. Tað er ikki gott, staðfestir Reidar Nónfjall.

Stjórin og onnur starvsfólk á Strandferðsluni stríðast í løtuni við at loysa átrokandi trupulleikan, eftir at Dúgvan tók í botn mánadagin og ikki kann sigla næstu tríggjar vikurnar.

Men hóast møguleikarnir eru fleiri í tali, eru fáir teirra nøktandi.