Strandferðslan avlýsir í dag og í morgin

Smyril og Teistin sigla avmarkað í dag og í morgin fyri veður

Tað er aftur nógvur vindur av landsynningi og tað tarnar enn eina ferð siglingina hjá skipunum hjá Strandferðsluni.

 

Strandferðslan boðar nú frá, at Smyril siglur ikki meiri í dag. Sostatt verða túrarnir av av Krambatanga klokkan 17.30 og av Havnini klokkan 20 í kvøld, ikki sigldir.

 

Eisini í morgin mánadagin,er siglingin hjá Smyrli skerd.

 

Smyril fer av Krambatanga eftir ferðaætlanini klokkan seks í morgin árini.

 

Men túrurin av Havnini, sum skuldi vera klokkan 8.30, verður ein tíma seinni, klokkan 9. 30, og túrurin av Krambatanga og aftur til Havnar, sum skuldi vera klokkan 11, verður ístaðin klokkan 13.

 

Síðani siglur Smyril suður aftur klokkan 18.30.

 

Tað merkir, at túrurin mitt á degi, verður lagdur burtur ímillum.

 

Eisini Teistin er ávirkaður av veðrinum.  Hann siglur seinasta túrin úr Skopun klokkan 18.30 og av Gomlurætt klokkan19.15 í kvøld.