Strandferðslan fær nú eitt skip afturat

Sáttmálin verður skrivaður undir í hesi vikuni

 

 

Nú er loksins klárt, at íslendska ferjan, Herjólfur 3 kemur til Føroya. Strandferðslan hevur samráðst við íslendskar myndugleikar í fleiri mánaðir um at fáa íslendsku ferjuna til Føroyar og nú er ein avtala fingin í lag um tað.

 

Upprunaliga var ætlanin at Strandferðslan skuldi keypa Herjólf 3, men eftir at íslendingar høvdu hugsað seg um, komu teir til ta støðu, at teir vildu ikki selja skipið. Orsøkin er, at teir hava brúk fyri einum avloysaraskipi, tá ið aðrar ferjur hjá teimum fara á beding, men tað er at kalla ómøguligt at finna nakað ,og tí vilja teir varðveita Herolf á íslendskum hondum.

 

Samráðingarnar hava drigið út, men Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at nú er ein avtala fingin í lag við íslendingar um at leiga Herjólf 3.

 

Hann sigur, at umboð fyri íslendsku myndugleikarnar koma til Føroya seinni í vikuni og tá verður avtalan skriva undir. Síðani kemur Herjólfur 3 til Føroya, har hann skal í dokk hjá Mest. Hetta er eitt 30 ára eftirlit, so tað eru íslendingar, sum avgreiða tað. Men harafturat skal ein nýggjur ferjuskrái gerast og lagast soleiðis til, at Herjólfur kann leggja at á Krambatanga. Og harafturat skal kravd bjargingarútgerð eisini fáast umborð.

 

Jóan Petur Abrahamsen sigur, at talan er um ein leigusáttmála sum gongur til í september í 2023 og tá fer Herjólfur 3 aftur til Íslands. Hann sigur, at spurningur um at keypa hann tá, verður helst tikið upp aftur, men tað er óvist, hvussu verður við tí. 

 

Men hann fer í hvussu so er at gera Strandferðsluni nakrar virðismiklar royndir um, hvørja nyttu eitt slíkt skip ger á Suðuroyarleiðini – umframt at nú hevur Strandferðslan eitt skotbrá afturat upp á tvey ár, har tey ikki skulu hugsa um avloysaraskip fyri Smyril.