Strandferðslan ger ongar koronu- skerjingar enn

Men vit javnviga á knívsegg og fylgja við støðuni frá tíma til tíma, sigur stjórin, men tað fer serliga at raka sandoyingar og suðuroyingar

Verður tað neyðugt at skerja ferðaætlanina, verður Smyril hart raktur. Myndina tók John Martin Olsen

Sunnudagin boðaði Strandferðslan frá, at manningin á ferjunum var so hart rakt av koronu, at tað fór at vera neyðugt at skerja siglingina. Tann skerda ferðaætlanin skuldi koma í gildi í morgin. Men beint nú boðar Strandferðslan frá, at støðan er broytt, soleiðis, at enn verður ferðaætlanin ikki skerd.

 

Men Hilmar Eliasen, stjóri, sigur, at tey javnviga á eini knívsegg. Sostatt fylgja tey við støðuni frá tíma til tíma fyri at vita, hvussu nógv fólk leggjast við koronu, ella skulu í sóttarhald, og hvussu nógv fólk, tey fáa aftur úr sóttarhaldi.

 

Tað merkir, at tað ber ikki til at leggja ætlanir fleiri dagar fram, tí støða verður tikin til siglingina frá degi til dags, sigur hann. Hann sigur, at verða tey harðari rakt av koronu enn tey eru nú, mugu tey skerja manningartalið á ferjunum fyri at hava fleiri fólk í landi at hava til taks. Tað merkir, at ferjaætlanin verður skerd so mikið, at siglingin hvønn dagin kann verða avgreidd upp á 13 tímar fyri at halda krøvini um hvílitíðir.

 

Tað merkir sostatt, at verður ferðaætlanin skerd, verða tað serliga sandoyarsiglingin og suðuroyarsiglingin, sum verða rakt, tí har sigla skipini í longri enn 13 tímar. Hilmar Eliasen sigur eisini, at verður manningartalið skert, merkir tað eisini, at talið á ferðafólkum, sum sleppur við, eisini verður avmarkað. Við Smyrli merkir tað, at so fær hann neyvan loyvi at sigla við fleiri enn 400 ferðafólkum og tað er helvtin av tí, hann kann føra nú.

 

Verður tað neyðugt at skerja ferðaætlanina, verður Smyril hart raktur. Myndina tók John Martin Olsen