Strandingar síggja fram til nýggjan skúla

Ikki færri enn tvey uppskot fyriliggja um, hvussu Stranda skúli skal útbyggjast í framtíðini.
 Tað er avgjørt neyðugt at dagføra skúlan. Lítið og einki er gjørt við hann í nógv ár, sigur borgarstjórin, Malena Thomsen

Strendur: Um nøkur ár fara børnini á Strondum at sleppa í ein spildurnýggjan og ein sera væl útgjørdan skúla.
Í løtuni fyriliggja tvey uppskot um, hvussu hesin skúlin skal útbyggjast og mennast í framtíðini.
Enn er kortini ikki støða tikin til, hvat av hesum uppskotum ið skal setast í verk. Og spurningurin um, nær hetta verður er heldur ikki greiddur enn.
Men fyri bæði børn, foreldur og bygdaráð er greitt, at hetta málið hevur skund, og eigur at verða loyst á bestan hátt, - og sum skjótast!
 Vit arbeiða við hesum málinum í løtuni, og vit ætla okkum í gongd við arbeiðið í hesi setuni, sigur borgarstjórin.
Tá sagt verður í hesi setuni, so er tað áðrenn 2008, tá kommunuval verður aftur.

Fleiri stovur
Bæði uppskotini um ætlaðu útbyggingina miða eftir at loysa tann tørvin, sum tað er at dagføra skúlan til nútíðina.
Annað uppskotið er frá EM Ráðgeving og hitt frá Fuglø arkitektum.
 Endamálið er kortini tað sama, og tað er at útvega skúlanum fleiri skúlastovur, sigur borgarstjórin.
Sum víst til aðrastaðni á síðuni, so er lítið og einki gjørt við skúlan síðani seinastu útbyggingina fyri meiri enn 20 árum síðani. Men tað er hetta bygdaráðið sinnað at gera nakað við.
Fyri teimum er púra greitt, at neyðugt er at gera nakað álvarsamt við skúlan.
 Vit vænta at fleiri barnafamiljur fara at seta búgv í kommununi í framtíðini, og tí má okkurt gerast við hetta málið, sigur Malena.
Hon vísir her til, at teir hava eina útstykking við 24 grundøkjum. Eingin trupulleiki var at fáa keyparar til hesi: Í roynd og veru eru fleiri umsóknir enn grundøki.
Um stutta tíð er ætlanin at bygdaráðið skal á fund við umboð fyri Mentamálaráðið í Havn um ætlaðu útbyggingina, og tá fæst at vita, hvussu fer at ganga.
Hetta er kortini eitt gamalt mál. Undanfarna bygdaráðið gjørdi eina kanning um viðurskiftini í skúlanum, og út frá hesum hevur so verið arbeitt víðari við málinum.
Á heyst í fjør fekk kommunan hesi bæði uppskotini, sum tey nú skulu taka støðu til.


- - - -

 Vit hava ein góðan skúla


Millum teir 250 næmingarnar í Stranda skúla er Marjun Blábjørg, sum gongur í 3. flokki.
Henni dámar væl at ganga í skúla, tí, sum hon sigur:  Okkara skúli er ein góður skúli!


Strendur: Skal ein so stór ætlan sum henda útbyggingin av Stranda skúla fremjast í verki, so er neyðugt við góðari fyrireiking.
Hesar verða sum oftast gjørdar á politiskum og umsitingarligum stigi. Tað er tí ikki altíð at brúkarin  ella næmingarnir  hava kunnleika til hetta.
Tá ein so gongur í 3. flokki, er ikki altíð vist, at ein fær alt við sum gongur rundan um seg í slíkum máli.
- Nei, sigur Marjun. Eg visti ikki, at teir ætlað at gera okkara skúla størri!
Verður ætlanin framd í verki og arbeitt verður skjótt við hesum málinum, er ikki óhugsandi, at Marjun kann fáa gleði av hesi útbyggingini.
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni fyriliggur eingin tíðarætlan, men miðað verður eftir at fara undir arbeiðið í hesi bygdaráðssetuni.

Út at spæla
Marjun sjálv er ikki so áhugað í tí politiska orðaskiftinum og fyrireikingunum.
Fyrrapartin ígjár var hon meiri upptikin í skúlanum. Í flokkinum hava verið rættiliga nógvir føðingardagar í seinastuni, og júst henda tíman, tá tíðindatænastan vitjaði skúlan, høvdu tey spælitíma.
Tey høvdu verið inni í tímanum og hugnað sær, men eftir at gestirnir høvdu órógvað tey eina løtu, sluppu tey út í garðin at spæla restina av tímanum.
Tað segði eingin teirra noy til. Og løtu seinni vóru Marjun og øll hini í flokkinum uttandura og spældu í kavanum.
Neyðugt var at brúka løtuna, tí veðurmaðurin hevði boðað frá líggjari veðri.

Føroyskt og danskt
Marjuni dámar væl at ganga í skúla. Serliga væl dámar henni at lesa føroyskt og danskt.
 Mær dámar ikki so øgiliga væl at rokna, sigur hon.
Tá tey eru í skúlanum, so er tað ein stuttleiki hjá henni, tí tað hendir so nógv hesar tímarnar.
Í fríkorterinum dámar henni væl at hoppa elastikk. Tað gjørdu tey kanska meiri við fyrr, tí nú hoppa tey oftari band.
Tá so skúladagurin er liðugur, fer hon heim til hús og fær sær tá ein bita at eta. Aftaná fer hon at spæla við vinkonur sínar, Óluvu og Eyð, sum ganga í hennara flokki.
 Mær dámar eisini væl at hyggja í sjónvarp. Fres er ordiliga gott, sigur Marjun.
Hon eigur tvey yngri systkin - Kartin sum er sjey ár og Noomi sum er tvey ár.




Um Stranda skúla
Fyrsti skúlin á Strondum varð bygdur í 1887.
Frammanundan var skúli hildin í sethúsunum hjá Niels oman fyri Hoygarð.
Í 1969 varð nýggjur skúli tikin í brúk á Strondum, og hevur hann eisini framhaldsdeild.
Í 1984 varð vaksið um skúlan, so nú vóru munandi betri umstøður.
Í Stranda skúla ganga nú 255 næmingar og 22 lærarar arbeiða í skúlanum.
Kelda: Sjóvar kommuna