Strandingar ætla at byggja røktar-og ellisheim

Úr Eyrugøtu, har heimið ætlandi skal byggjast, er útsýni yvir Raktanga og Nólsoynna. Økið er sera stórt, og góðir møguleikar verða at útbyggja røktar-og ellisheimið eftir tørvi

Eldrarøkt

Strendur: Sjóvar kommuna hevur í hyggju at byggja røktar-og ellisheim í Eyrugøtu á Strondum. Tekningar eru gjørdar, og sambært teimum er ætlanin at byggja seks lonir, sum verða bundnar saman við millumgongdum. Hvør lonin skal hava pláss fyri 9 búfólkum við einum tilhaldsrúmi, sum liggur miðskeiðis í húsinum. Hvørt búfólk fær sína egnu íbúð, ið verður umleið 37 fermetrar stór.
Tað er felagið, E.M. Ráðgeving, sum hevur gjørt tekningarnar.
Sosialurin hevur skilt, at heim av slíkum slagi eru bygd í Danmark við sera góðum royndum.

Heimligt umhvørvi

Formaðurin í Sjóvar kommunu, Eivind Jacobsen, sigur, at hugskotið við hesi bygging er at geva brúkarunum eitt so heimligt umhvørvi sum gjørligt og at kunna seta íbúgvarnar saman eftir tørvi. Málið er at skipa so fyri, at sjálvhjálpin búgva saman og at tey, sum eru meira ellisfarin og óhjálpin, búgva saman.
- Aftrat hesum verður møguleiki at brúka eini hús til eldrasambýli, sigur bygdaráðsformaðurin.
Úr Eyrugøtu, har heimið ætlandi skal byggjast, er útsýni yvir Raktanga og Nólsoynna. Økið er sera stórt, og góðir møguleikar verða at útbyggja røktar-og ellisheimið eftir tørvi.
Eivind Jacobsen veit eisini at siga, at á kommustýrisfundi fyrr í vikuni fekk Sjóvar kommuna 397 undirskriftir frá fólki sum ynskja, at ellisheim verður bygt.
Í morgun klokkan 9.15 verður tíðindafundur á kommunuskrivstovuni á Strondum um ætlaðu byggingina.

Broyta fíggjarætlanina

Sosialurin hevur skilt, at Sjóvar kommuna hevur samtykt at broyta fíggjarætlanina fyri 2003, soleiðis at skjøtil kann setast á byggingina.
Sum er, eigur kommunan ikki lendið, har røktar-og ellisheimið skal byggjast.
Í sínari tíð áttu Skála kommuna og Sjóvar kommuna í felag læknahølini í Skála kommunu, sum nú eru eldrasambýli, men Sjóvar kommuna er ikki við í hesi ætlan og eigur tískil einki í bygninginum longur.