Strangari reglar á veg fyri oljudálking

Um nakrar fáa vikur verða nógv strangari reglar settar í verk fyri tey, sum fáast við olju í sambandi við skip

Tey, sum fáast við olju í sambandi við bátar og skip, verða nú noydd at ansa munandi betri eftir, at olja ikki lekur á sjógv og dálkar firðir og vágir.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at ein kunngerð er á veg, sum ásetur munandi strangari reglar fyri at at bunkra olju.

Nýggja kunngerðin verður sett í verk um nakrar fáar vikur.

Eftir hesi nýggju kunngerðini skal tað nágreiniliga staðfestast, hvør einstaklingur hevur evstu ábyrgdina av hvørji einastu bunkring.

- Kunngerðin setir neyvar reglar fyri, hvussu farast skal fram, tá ið bunkrað verður og, hvør hevur ábyrgdina, sigur Jacob Vestergaard.

Hann sigur, at kunnerðing setir eisini neyvari reglar fyri, hvussu revsingin skal vera, tá ið olja der á sjógv.

- Verður revsingin harðari, førir tað uttan iva við sær, at ansað verður betri eftir.

Ein atfinning hevur verið, at revsingarnar hava verið ov linar og tað kann landsstýrismaðurin vera samdur í.

- Hinvegin er ein trupulleiki kann vera at finna akkurát tann, sum hevur ábyrgdina, tí verður viðkomandi ábyrgdarhavari ikki funnin, ber heldur ikki til at revsa nakran.

Men við nýggju kunngerðini verður so skorið út í papp, hvør hevur ábyrgdina av hvørji einastu bunkring

Hinvegin heldur Jacob Vestergaard, at havnirnar í Føroyum eru ikki innrættaðar til at bunkra olju í og tí verður dálkingin meiri umfatandi, tá ið óhapp henda.

Hann heldur, at Havnirnar áttu at verðið skipaðar so, at tað varð barað bunkrað á ávísum plássum og so skuldu trygdartiltøk verðið sett í verk rundan um hesi økini.


Ábyrgdin greið

Eyðbjørn Larsen í innlendismálaráðnum sigur, at eftir nýggju kunngerðini verður ásett at skiparin á m óttakandi skipinum hevur ábyrgina av, at viðurskiftini umborð eru ílagi. Tað verður eisini staðfest, hvørja ábyrgd, førarin á tangabilinum hevur, hvørja ábyrgd eitt veitaraskip hevur.

- Áðrenn hvørja bunkring skal eitt skjal við fleiri punktum fyllast út, hvør ábyrgdarhavi er, hvørjiu hálparfólk eru, hvussu nógv olja er bílagt, hvussu nógv olja skal í hvønn tanga, hvussu pumpuferðin er o.s.fr.

- Eitt endamál við kunngerðini er ikki bara at hava skipað viðurskifti, tí endamálið er eisini at kunna vísa nágreiniliga, hvør hevur ábyrgdina og um allar mannagongdir eru fylgdar.

Les eisini greinina: Skal svíða illa í pengapunginum og greinina: Svínarí skal revsast nógv harðari