Oljuleiting
Bretski orkumálaráðharrin Peter Hain kunngjørdi í gjár, hvørji feløg fáa tillutað leitiloyvi í bretska partinum av tí Hvíta økinum, skamt frá føroyska markinum. Í hesum sambandi gjørdi hann greitt, at feløgini skulu halda seg til tey nýggju krøvini og reglurnar til umhvørvi, sum koma at galda fyri leitivirksemi í hesum økinum. Talan er um strangari reglur fyri at verja djór og umhvørvi annars. Her er m.a. talan um hval, delfinir og ikki minst viðhvamar og sjáldsamar partar av náttúruni. Eisini verða serstøk krøv sett til seismiskar kanningar, rørleiðingar og avtøku av útbúnaði. Peter Hein sigur, at hóast oljuvinnan skapar stór virði til samfelagið, so má øll menning og útbygging verða gjørd við skilagóðum atliti til og virðing fyri umhvørvinum.