Tað er strangliga bannað hjá ferðafólki við Strandferðsuni at hava fýrverk við sær. Tað sigur Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.
Nú nýggjáraftan er mánadagin, er tað væntandi at nógv fólk fara at ferðast at halda nýggjár, og nógv av teimum fara helst eisini at ferðast við Strandferðsluni. Og tað munnu heldur ikki vera so fá, sum eisini hava nakað av fýrverki við sær.
Men Heri Norðberg sigur, at tað er strangliga bannað at ferðast við fýrverki, og tað er galdandi fyri allar nøgdir av fýrverki, eisini heilt smáar beriposar. Hann sigur, at tað besta er at fólk keypa fýrverki á staðnum, har tey skulu halda nýggjár.
Hann sigur, at myndugleikarnir Smyril, Teistin, og onnur skip hjá Strandferðsluni, eru ikki góðkend at flyta fýrverk – og tað er galdandi fyri allar nøgdir. Tað er rætt og slætt ikki loyvt at hava fýrverk á biladekkinum, leggur hann afturat.
– Tað er ikki besta loysnin at hava fýrverk liggjandi í bilum á biladekkinum á Teistanum og Smyrli, har tað standa nógvir bilar við, meiri ella minni fullum tanga av bensini og diesel, sigur hann. Tað er at seta bæði seg sjálvan, og onnur í vanda, staðfestur hann.
Men hetta merkir kortini ikki, at tað er heilt ómøguligt at fáa fýrverk ímillum, men Heri Norðberg sigur, at tey, sum fara at ferðast við fýrverki, skulu siga manningini frá. Og har tað letur seg gera, kann manningin so goyma fýrverkið á serligum plássi á skipinum, soleiðis at flutningurin er lógligur.
Heri Norðberg vísir eisini á, at á hesum øki er ikki rættiligt samsvar ímillum lógaverkið á Landi, og lógarverkið á sjónum. Tá ið farmur verður fluttur, skal farmabræv fyllast út, so tey vita akkurát, hvat farmur, talan er um.
Men hvat vanligum bilum viðvíkur, er støðan heilt øðrvísi, tí manningin á Strandferðsluni hevur ikki heimild til at kanna bilar, sum koma umborð á ferjurnar hjá Strandferðsluni, og tískil hava tey als einki tamarhald yvirhøvur á, hvat verður flutt ímillum í bilum.