- Tá vit á vári 2009 stungu út í kortið hvørja leið vit skuldu taka fyri at venda gongdini í Smyril Line, so var tað hitt einfalda, vit konsentreraðu okkum um.
Tað sigur Peter Holm, stjóri á Smyril Line.
Felagið er farið frá akkurát at hóra undan, til at vera ein sunn og gevandi fyritøka.
- Orkan er avmarkað, og tí hava vit valt at fokusera upp á nakrar fáar marknaðir. Fyrst og fremst føroyska, danska, týska og hollendska marknaðin, og so hava vit nakrar fáar aðrar marknaðir, har vit ikki leggja serliga orku í, sigur Peter Holm.
Sama er galdandi við teimum produktum, sum felagið bjóðar. Eisini har verður fokuserað á nøkur einvís øki.
Danin, Lars Bo Hansen, er kendur innan shippingøkið, og heldur javnan fyrilestrar á Copenhagen Business School, har strategiin hjá Smyril Line og gongdin í felagnum er fastur táttur í fyrilestrunum. Hann fylgir væl við gongdini í felagnum.
Øskan dýr
Tað er ikki bara flogferðslan, sum hevur mist nógvan pening orsakað av øskuni frá Eyjafjallajøkli í Íslandi.
- Vit hava rættiliga merkt árinini av øskuni. Vit hava fingið nógvar avlýsingar frá ferðafólki, sum aftra seg við at fara til Íslands, og serliga eru tað ferðir, sum fólk kortini ikki keypa og heldur útseta til næsta ár. Vit tosa um mistan vinning í milliónaflokkinum, sigur Peter Holm.
Hinvegin flutti Norröna nógv fólk millum Føroyar og Danmark, meðan flúgvingin var mest tarnað av øsku.
- Í mun til vanligar túrar millum Føroya og Danmark, har eini 200-300 fólk eru við, høvdu vit upp í 1100 fólk umborð. Men hetta er bíliga vertíðin, so tað merktist ikki so væl, sum tað kundi, sigur Peter Holm.