Felagið Streymur í Hvalvík og Streymnesi hevur í eina tíð ligið meir ella minni í stilli. Men nú tikist rákið at vera vent, og tað rekur rættiliga hart fyri tíðina, eins og tað ofta ger í Sundalagnum.
? Vit vildu gera nakað fyri at fáa lív í felagið aftur, sigur Jákup Hansen, sum í vetur varð valdur til formann í Streymi.
? Felagið verður 20 ár nú í ár, og hetta hildu vit vera eitt gott høvi at fáa høli til felagið.
Sum hugsað so gjørt. Fyri umleið einum mánaði síðani keypti felagið eini eldri sethús mitt í bygdini fyri 200.000 krónur. Húsini eru gjørd í stand innan, men uttan er næstan einki gjørt enn.
Jákup sigur, at húsini eru ætlað sum eini hús, har fólkini á staðnum hava møguleika at koma inn og taka lut í tí, sum bjóðast inni í húsinum. Streymahúsið verður á ein hátt sum eini bygdarhús. Millum annað verða ymisk spøl inni í húsinum, og tað verður møguleiki at hugna sær á ymiskan hátt. Eisini er parabolur í húsinum, so til ber at síggja nógva ymiskar rásir. Nú stevnan verður í bygdini, er til dømis møguleiki at síggja HM-fótbólt allar dagarnar í Streymahúsinum.
Báðar føroyameistarnar
Ítróttarfelagið Streymi er virkið í tveimum íttróttargreinum. Hetta eru ikki nakrar stórar ítróttargreinar í Føroyum, men liminir hava rættiliga klára at gera vart við seg innan henda ítróttin.
Í borðtennis hevur Streymur føroyameistaran bæði hjá monnum og kvinnum, og í talvi hevur besta úrslitið verið nummar tvey eitt árið. Kappróðurin er skipaður í Hvalvíkar/Streymnesar Róðrafelag (HSR)
Jákup Hansen er sjálvur føroyameistari í borðtennis hjá monnum bæði í single og dobbel. Hetta heitið hevur hann havt tvey ár á rað. Hjá kvinnum er Paula Eikhólm føroyameistari. Umframt føroyameistarnar, hevur Streymur eisini fleiri aðrar góðar borðtennisleikarar, sum hava gjørt vart við seg, bæði í teimum yngru og eldru deildunum.
? Borðtennis venja vit á skúlaloftinum. Borðini standa altíð uppi, og umstøðurnar eru sera góðar har ? ja, kanska nakrar av teimum bestu í landinum. Venjingarnar fara at halda áfram á skúlaloftinum, og verða ikki fluttar inn í Streymahúsið.
Umframt sjálvi at spæla, eru báðir føroyameistarnir venjarar. Tey venja bæði børnum og ungdómi.
Eisini gingið væl í talvi
Tað eru eini fýra leikarar, sum eru virknir í talvi. Hesir mannað liðið í fyrsu deild, og teir hava klára seg hampuliga væl.
Tað verður kortini ikki gjørt nakað fyri at læra upp børn og ung í talvi. Jákup heldur sjálvur at hetta er harmiligt, men vónar, at tað kann bøtast um tað í framtíðini.
Telvarnir venja privat, men tá ið dystir eru, verður spælt í skúlanum. Í framtíðini verður talvvenjingin møguliga í nýggja Streymahúsinum.
EB/Streymur
Streymur hevur áður havt egið fótbóltslið, men fyri nøkrum árum síðani, datt tað meir ella minni niðurfyri. Tey, sum spæla fótbólt eru ístaðin farin norður til Eiðis at spæla. 2, deildar liðið EB/Streymur venur og spælir allar heimadystirnar á graslíkisvøllinum á Eiði.
Í Streymnesi er annars ein fínur grúsvøllur, men hann verður ikki nógv nýttur.
Streymahúsið fer ikki at hýsa tí nógva ítróttinum, men tað verður meir eitt møtistað hjá bygdafólkinum. Hetta kann tó vera við til at skapa størri áhuga fyri felagnum, so sjálvur ítrótturin eisini fær meir vind í seglini. Men tað er soleiðis við streymi, at hann skiftir ávísar tíðir.