Streymmátari hjá Havstovuni flotnaður

Tíbetur fekk Havstovan alla útgerðina aftur.

Týsmorgunin 13. oktobur fekk Havstovan boð um, at ein streymmátari var flotnaður norðanfyri. Hetta skrivar Havstovan. Magnus Heinason lá í Havn, men skuldi eftir ætlan á merkingartúr mikukvøldið. Tískil lá væl fyri hjá teimum at taka mátaran upp, tá tað var blivið ljóst hósdagin. Streymmátarin var tá rikin nakað eystureftir, men varð tikin upp í øllum góðum.

 

Hesin streymmátarin varð lagdur út á sumri 2012 saman við 8 øðrum mátarum. Á sumri 2013 var ætlanin at taka mátararnar uppaftur, men einans 7 komu upp – hesin, sum lá norðanfyri og ein, sum lá í Bankarennuni, fingust ikki upp. Í desember flotnaði mátarin í Bankarennuni, og nú flotnaði so hesin eisini. Hesin mátarin hevði eina langa fortoying við einum minni streymmátara, útloysara og fleiri smáum boyum á.

- Vit vóru tískil spent at vita, hvar fortoyningin var slitnað. Tíbetur vísti tað seg, at eitt ketulið niðast á fortoyningini var rustað av, og tískil fingu vit alla útgerðina aftur. Útloysarin, tað er tólið, sum skal sleppa loddinum, virkaði tó ikki sum ætlað og hevur møguliga likið, boðar Havstovan frá.