Fríggjadagin í farnu viku var Skúla FM í íverksetan í Løkshøll í Runavík.
Tá avtornaði vann bólkurin Electricity Checker úr Skúlanum við Løkin føroyameistaraheitið. Í bólkinum eru Rógvi Langgaard, stjóri, Betuel Reinert Hansen, búskaparleiðari, Elsa Skoubo Jacobsen, markaðarleiðari og Bárður Johannesen, appsniðgevi. Endamálið við appinum var at hjálpa fólki at spara streym við at rokna út, hvussu streymnýtslan er hjá eltólum. Ásbjørn Berthelsen er lærari hjá teimum í breytini íverksetan.
Seinnapartssendingin hjá Rás2 tosaði við Betuel Reinert Hansen og Rógva Langgard, og lærara teirra Ásbjørn Berthelsen í dag. Allir fegnast um sigurin, men teir undirstrika, at teir síggja gjarna, at hendan app´in verður førd út í lívið.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðurnar við Betuel Reinert Hansen, Rógva Langgaard og Ásbjørn Berthelsen, sum vóru í sendingini hjá Rás2 úr Runavíkar kommunu seinnapartin í dag.