Eitt kaðalbrek ger, at ein partur av miðbýnum í Keypmannahavn liggur í streymloysi. Talan er um einar 7.000 brúkarar hjá orkufelagnum Dong, og sambært felagnum kunnu tey ikki vænta at fáa streymin aftur fyrr enn um hálvum ellivu-tíðina.
Millum teirra, sum hava mist streymin, er tann kendi stórhandilin Magasin, men tey hava fingið ein ljósmotor frá orkufelagnum. Christiansborg hevur heldur ongan streym, so har er myrkt í dag (myndin). Teldurnar virka kortini við streymi frá einum neyðmotori, sigur TV2.