Fyri løtu síðani fór streymurin um alt meginøkið. Tað eru sostatt allar Føroyar, úr Sandoynni og norðureftir og vestureftir, sum hava mist streymin. Tó eru útoyggjarnar Fugloy, Koltur, Mykines, Stóru Dímun, Skúvoy í skipanum fyri seg so har er streymurin ikki farin.
Í Sev vita tey ikki, hvar brekið er, men tað kanna tey í løtuni. Tó vænta tey, at tað tekur út ímóti einum tíma at fáa sett til aftur.
Sev og landsstýrismaðurin í í Vinnumálum, Johan Dahl, hava avtalað, at Sev skal skriva Jarðfeingi eina frágreiðing, tá ið streymurin fer og Sev fer eisini at skriva eina frágreiðing um hetta streymslitið, upplýsa tey í Sev. - Men fyrst mugu vit fáa streymin aftur og finna orsøkina, leggja tey afturat.
|