Umskiftandi veður og harður streymur

Væntandi koma fleiri ísfiskalínuskip inn at landa í næstu viku, og skipini hava mest av toski, hýsu og longu.

Streymurin harðnar, og veðrið verður umskiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku.

Tvey stór og trý smærri ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni.

 

Eitt er í Íslandi og kemur helst heim at landa fyrst í næstu viku. Hini eru øll undir Føroyum og koma eisini inn at landa í næstu viku.

 

- Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Umframt ísfiskalínuskipini eru eisini níggju frystilínuskip til fiskiskap í løtuni. Átta eru í íslendskum sjógvi, og eitt fiskar undir Føroyum.

 

- Streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, og veðrið verður umskiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar, verður lagt aftrat.

 

 

 

Streymurin harðnar, og veðrið verður umskiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku.