Fyrsta føroyska heiðursmerkið á Oyggjaleikunum í 2015 er nú veruleiki.
Bjørk Herup Olsen og Marna Egholm gjørdust ávíkavist nummar fimm og níggju, tá hálvt marathon varð runnið, og í liðkappingini rakk hetta til bronsumerkið. Í liðkappingini verða úrslitini hjá tveimum teimum fremstu rennarunum hjá hvørjum landi tald saman.
Men tað var stríggið at røkka heiðursmerkinum. Eftir 12 kilometrum var Marna heilt illa fyri, og hon mátti leggja seg at spýggja eina løtu. Hon kom tó á føtur og fekk strítt seg gjøgnum góðar átta kilometrar afturat, og lønina fær hon, nú hon saman við Bjørk hevur vunnið bronsu,