Stríðið ímóti Islamskum Stati

Yvirgangsrørslan Islamskur Statur hevur hertikið eitt økið á stødd við Stórabretland í Irak og Sýria

Yvirgangsrørslan Islamskur Statur hevur hertikið eitt økið á stødd við Stórabretland í Irak og Sýria. Rørslan verður mett sum vandamiklasti yvirgangsfelagsskapur í heiminum og framdi tað størsta yvirgangsálopið í París í nýggjari tíð fyri trimum vikum síðani. Bara síðsta mánaðin hevur bólkurin framt stór yvirgangsálop í Egyptalandi, Turkalandi, Libanon og í Irak.

 

Leiðarin í felagsskapinum, Abu Bakr al-Baghdadi hevur útnevnt seg sjálvan til kalif (sum er heiti á einum eftirmanni Muhammeds sum oddamaður í muslimska heiminum).

 

Islamskur Statur er ein fundamentalistiskur islamskur bólkur, sum hevur sett í verk sharia-lógir í teimum økjum, sum felagsskapurin hevur valdið á. Felagsskapurin er illa gitin fyri víðgongda harðskapin – hann hevur krossfest fangar, hálshøgt teir og framt fleiri hópdráp á sivilfólk. IS hevur eisini tikið uppaftur tralahald í sínum økjum.

 

Samgongan ímóti IS, sum er undir leiðslu av USA, framdi í august og september í fjør fleiri bumbuálop móti Islamskum Stati í Irak og Sýria. Danmark luttók við sjey stríðsflogførum í krígnum ímóti bólkinum í Irak. Í oktober framdi Russland bumbuálop einsamalt í Sýria sum formelt eisini er vent ímóti IS. Higartil hava hesi álop verið vend ímóti teimum meira moderatur uppreistrarbólkunum.