Hóast kvinnurhava havt valrætt síðani løgtingsvalið 24. apríl í 1918, so var ta ikki fyrr enn í 1963, at fyrsta kvinnan yvirhøvur kundi trína inn um tinggátt – tó bara í nakra dagar sum varafólk.
Fyrsta kvinnan, sum fekk fast sæti á løgtingi var Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum. Tað var 20. mars í 1975, tá hon tók sæti sum fast varafólk fyri landsstýrisfólk.
Tvær ferðir áður høvdu kvinnur havt sæti okkurt stutt skifti, tá tingmaður hevði farloyvi. Fyrru ferð – og fyrstu fer nakrantíð – var tá Malla Samuelsen í 1964 tók sæti á tingi fyri Marius Johannesen úr Sjálvstýrisflokkinum. Seinnu ferð var tá Karin Kjølbro, sum tá æt Karin Joensen, tók sæti fyri Erlend Patursson eitt skifti í 1971.
Jona Henriksen var tann triðja at taka sæti á tingi, men tann fyrsta, sum fekk fast sæti á Føroya Løgtingi.
Tá løgtingsval var næstu ferð 7. november í 1978, varð Jona Henriksen vald á ting fyri Javnaðarflokkin, og tað var Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum eisini. Tað er fyrstu ferð, at kvinnur eru valdar beinleiðis á ting – og síðani tá eru kvinnar valdar á ting á hvørjum vali, men ikki so nógvar sum menn – og so langt burturfrá: Tilsamans hava føroyingar bara valt 31 kvinnur á ting. So um allar kvinnur, sum eru valdar á ting í Føroya søgu síðani 1975, møttu upp, so vóru tær ikki nóg nógvar at 'manna' Løgtingið, sum hevur 33 løgtingssessir.'##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Lesið meira um kvinnur í politikki í Sosialinum í dag. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið - og haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo