Stríðsflogfar noyddist at trygdarlenda í Bodø

Flogfarið sendi út neyðarkall stutt fyri klokkan 14 í dag, tá ein ávaringarskipan fór í gongd.

Eitt norskt F-35 jagaraflogfar við støð á Ørland Flystasjon noyddist at trygdarlenda í Bodø í dag.

Í dag noyddist eitt F-35 jagaraflogfar hjá norsku verjuni at trygdarlenda á flogvøllinum í Bodø.

 

Verdens Gang veit at siga, at flogfarið sendi út neyðarkall stutt fyri klokkan 14.

 

Tvey onnur flogfør, sum skuldu lenda í Bodø, noyddust at flúgva í klingur, meðan hernaðarflogfarið lendi.

 

- F-35 flogfarið var á veg av Ørland Flystasjon til Evenes, tá ein ávaringarskipan segði, at okkurt var í áfatt, sigur samskiftisleiðarin hjá norsku verjuni.

 

Samskiftisleiðarin leggur aftrat, at jagaraflogfarið lendi í Bodø uttan trupulleikar, og nú verður kannað, hví fráboðanarskipanin fór í gongd.

 

 

 

 

 

Eitt norskt F-35 jagaraflogfar við støð á Ørland Flystasjon noyddist at trygdarlenda í Bodø í dag.