Býtisspurningurin er eftir at loysa

- Samráðingarnar um at býta uppsjóvarfisk millum strandalondini byrja fyrst í komandi ári, siga tey í Fiskimálaráðnum.

Størstu spurningarnir eru eftir at loysa, og teir eru, hvussu makrelur, sild og svartkjaftur skulu býtast.

Eftir samráðingar í London í seinastu viku og hesa vikuna eru Føroyar, Bretland, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland samd um mest loyvdu veiði fyri svartkjaft, norðhavssild og makrel á ávikavist 752.736, 598.588 og 794.920 tons fyri 2022.

 

Í Fiskimálaráðnum siga tey, at londini eisini eru samd um at seta vísindaligar bólkar at savna saman alt taltilfar um havrannsóknir og fiskiskap viðvíkjandi makreli og svartkjafti, eins og longu verður gjørt við norðhavssildini.

 

- Sostatt vórðu øll mál viðvíkjandi teimum trimum uppsjóvarstovnunum avgreidd í London hesar dagarnar - uttan stóru spurningarnir um býtini, verður lagt aftrat.

 

Samráðingarnar um býtini byrja fyrst í komandi ári, tá samráðingar verða í Keypmannahavn um svartkjaft og norðhavssild undir ávikavist føroyskum og bretskum formansskapi - og í London um makrel undir bretskum formansskapi. 

 

- Í London hesa vikuna samdust Føroyar og Bretland eisini um at byrja árligu samráðingarnar um sínámillum fiskirættindi í Tórshavn í døgunum 23.-24. november 2021, siga tey í Fiskimálaráðnum í dag.

 

Størstu spurningarnir eru eftir at loysa, og teir eru, hvussu makrelur, sild og svartkjaftur skulu býtast.