Strika skuld fyri umhvørvið

Amerikanska stjórnin hevur gjørt av, at Guatemala skal sleppa undan at rinda pengar, sum landið skyldar amerikanska ríkiskassanum. Tilboðið er kortini ikki ókeypis, tí USA krevur, at Guatemala skal brúka 160 milliónir krónur til umhvørvisvernd afturfyri.

Umboð fyri tær báðar stjórnirnar hava í seinastuni tingast um eina avtalu, sum hevur fingið heitið "skuld fyri umhvørvi". Amerikanarar hava kravt, at myndugleikarnir í Guatemala skulu seta fleiri umhvørvisverndartiltøk í verk í fýra landspørtum tey næstu 15 árini, og tað hevur stjórnin í Guatemala nú játtað at gera, skrivar AP.

-Nógvur tropiskur regnskógur er í teimum fýra landspørtunum, og hann skal verjast, segði amerikanski samráðingarleiðarin, Peter Seligmann, tá avtalan bleiv undirskrivað. Hann helt, at avtalan kann vera fyrimynd fyri onnur lond, tí hon er eitt gott dømi um, hvussu umhvørvisvernd kann fremjast í verki, helt hann.