Strikaður sum venjingarskúli

Venjingarskúlin verður ikki longur brúktur sum venjingarskúli hjá læraralesandi

Tá ið sáttmálin millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið herfyri var undirskrivaður, var samstundis nýggj avtala undirskrivað um praktikkina á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Í nýggju avtaluni er samsýningin fyri praktikk- og samtalutímar hækkað munandi, tað vil siga, at lærarar, sum taka sær av læraralesandi í starvsvenjing, fáa munandi meiri fyri ómakin.

 

Í avtaluni er Venjingarskúlin strikaður sum venjingarskúli. Hetta veit heimasíðan hjá Lærarafelagnum at siga.

 

 

Venjingarskúlin varð ætlaður og virkaði í nógv ár sum venjingarskúli hjá læraralesandi. Siðvenja hevur verið, at læraralesandi umframt longru praktikkskeiðini, hava fingið tímapraktikk á Venjingarskúlanum, til dømis 2 tímar um vikuna ígjøgnum lestrartíðina. Soleiðis er ikki longur.

 

 

- Í fólkaskúlanum eru lærarar ikki útbúnir at taka sær av læraralesandi. Vit hava onga praktikklæraraútbúgving og ongar útbúnar praktikklærarar. Tað kann tykjast løgið, tí praktikkin er verkligi parturin av læraraútbúgvingini, og samstundis liggur ein stór ábyrgd á praktikklæraranum, t.d. at meta um, um tann lesandi er skikkaður til lærarastarvið, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, á heimasíðuni hjá felagnum.

 

 

Lærarafelagið hevur víst á tørvin á eini praktikklæraraútbúgving, men enn eru ikki nakrar ítøkiligar ætlanir um at fara í holt við eina tílíka útbúgving.